Tey flestu hava ivaleyst notið tað góða veðrið á páskum. Skírisdag var hitin 18,3 stig og tað er met, sigur Petur Skeel Jacobsen veðurfrøðingur. Eisini tað at vit hava havt fleiri góðar dagar á rað, vanliga er veðrið sera óstøðugt hesa árstíðina. Um orsøkina sigur hann, at tað kann vera vakstarhúsávirkanin, hitin er vaksandi um allan knøttin. Í ár síggja vit tað tað eisini á vøkstrinum, t.d. trøðini síggja næstan út sum um summarið. Tróndur Leivsson skógfúti, frá Skógrøkt Landsins, sigur, at vøksturin var væl fyri í heyst, og várið kom óvanliga tíðliga. Um veðrið heldur sær, og tað ikki kemur frost ella kavi, sær tað gott út fyri vøksturin í ár. Planturnar eru sera viðbreknar, og lítið skal til fyri at gera skaða, bert tað at tað kemur náttarfrost ella stormur kann gera stóran skaða, sigur hann.










