Eitt ógvusligt stríð tók seg upp í summar, tá ið landsstýriskvinnan við mentamálum bað Løgtingið um eina eykajáttan til jarðhita til Glasir í Marknagili í Havn.
Talan var um 13 milljónir krónur afturat, so skúlin kann hitast við jarðhita. Men líka so skjótt, sum hetta var kent, at jarðhitin skal hita skúlan kom røring í - Fjarhitafelagið í Havn vildi sleppa uppí part.
Kommunan í Havn og SEV eiga í felag Fjarhitafelagið, so politiskt trýst var lagt á fyri at felagið eisini skuldi sleppa at veita hita til skúlan.
Endin var, at landsstýriskvinnan setti ein bólk at koma við einum tilmæli um, hvussu málið kann loysast. Endin var,, at bæði fjarhiti og jarðhiti verður lagt inn í skúlan. 80 prosent verður hitað við jarðhita og 20 prosent við fjarhita og íløgan verður fimm milljónir krónur minni.
-Møguliga er hetta ikki besta loysnin uppá allar mátar, men politiskt er hetta ein sera góð orkuloysn, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna við mentamálum, sum gleðir seg til, at málið verður endaliga avgreitt í tinginum.