Hitin nervar ikki Katrina

Katrin Olsen letur í dag frætta, at tað framvegis gongur væl í Kina

Í gjár var veðrið als ikki so galið, næstan bláur himmal, sigur Katrin Olsen. Tað hevur annars ógvuliga heitt og slavið í Kina. Katrin fortelur, at hon merkir hitan, men hevur ongar trupulleikar við andadráttinum. Tað hevur liðfelagin Juliane Elander hinvegin, men hon hevur fingið resept til astmaheilivág, so tað fer at ganga hjá henni. Annars vandu tær báðar tvær ferðir 500 metrar í gjár. Sambært Katrini er aktiviteturin á bananum ikki so nógvur, sum hann er til HM, og tískil vónaðu tær at sleppa at venja nakrar spurtir.