Í gjár, sunnudagin varð hitamet sett á jørðini. Tað hendi, tá ið hitamátarin í Furnace Creek í Death Valley í Kalifornia í USA, kom heilt upp á 54,4 stig. Tað skriva bæði BBC og aðrir miðlar í dag og tey siga, at so nógvur hiti er ongantíð fyrr máldur á jørðini og sostatt var sjey ára gamla metið sett. Tá vísti hitamátarin 54 stig, og tað var eisini í Death Valley.
Annars hevur verið sagt, at summarið 1913 vórðu 56,6 hitastig máld í Death Valley, men ivi er sáddur um tað mátingina, og fleiri aðrar mátingar, sum hava sagt frá meiri hita enn í gjár. Tað hevur eisini verið sagt, at í 1931 vórðu 55 stig máld í Tunesia, men tað er eisini ivi um tað mátingina, so tær telja ikki við í hagtølunum.
Í hesum døgum hevur ein rættilig hitabylgja rakt alla vesturstrondina á USA og nakað inn í landið, og veðurstovurnar siga, at hitin fer at halda sær í nakrar dagar. Tað búgva eini 60 milliónir fólk í hesum økinum, sum nú er rakt av hitabylgjuni.
Tann nógvi hitin hevur elvt til streymslit, har partar av Kalifornia hava ligið við ongum streymi í tveir dagar tí orkuverkini gingu fyri í hitanum leygardagin.