Sunnudagin var føroyski triathleturin, Gudmundur Joensen, við í DM í hálvum ironman í Aalborg. Hann byrjaði væl í svimjingini og kom skjótt upp á eitt fimta pláss, og á súkkluni gekk somuleiðis væl og hann helt sítt pláss. Hann súkklaði í miðal 40,2 km/t teir 90 kilometrarnar á súkkluni, sum kann sigast at vera gott. Í renningini byrjaði hann somuleiðis væl og rann væl undir fýra minuttir fyri hvønn kilometur teir fyrstu sjey kilometrarnar, men so byrjaði nógvi hitin at darva honum, og sum hann sjálvur tekur til:
- Nógvi hitin tók beinini undan mær og snøgt sagt broyttist kappingin frá at renna eftir góðari plasering til at yvirliva hitan og gjøgnumføra teinin best møguligt.
Gudmundur kom á mál sum nummar sjey við tíðini 4.10,09.
Nøgdur hóast alt
Vinnarin av kappingini gjørdist Emil Dalgård úr Odense Triathlon Klub, sum við tíðini 3.52,10 vann ein sannførandi sigur. Úti við 18 minuttir seinni á mál kom Gudmundur Joensen, sum hóast alt er nøgdur við avrikið.
- Tá ið hetta var ein kapping, har eg ikki hevði hvílt meg frammanundan, tí at hetta var ein venjingarkapping, so kann sigast, at eg eri heilt væl nøgdur. Eg hugsaði at topp 10 í DM er gott og topp 5 sera gott, men sum kappingin fløskaði seg við ekstremum hita og renningin fór frá góðum støði til at kódna, so eri eg eisini væl nøgdur og ikki minst havi fingið nakað at taka við sum ein lærupengi, sigur Gudmundur, sum nú hyggur frameftir.
- Nú verður venjing heima í Føroyum fram til 2. septembur, tá ið eg skal til Írlands at koyra hálvan ironman. Annars bara fáa bein og kropp upp á pláss skjótast gjørligt og koyra nakrar kappingar í súkkling og onkra rennikapping, sigur Gudmundur Joensen, sum ætlar sær at luttaka í stóru súkklukappingini, Effo Kring Føroyar.