Týskvøldið klokkan 19 verður fyrilestur hitapumpu, sum megnar at nýta lufthita at hita vatn upp. Ein tøkni, sum her í Føroyum er at kalla spildurnýggj, men sum eitt nú í Svøríki hevur vunnið alt størri frama seinnu árini.
Tað serliga við hesi hitapumpuni fram um aðrar er, at hendan virkar frá luft til vatn, og tí í prinsippinum ger oljufýring óneyðuga.
Tað er Sp/f Hiti í Havn, sum stendur fyri fyrilestrinum, sum Åge Hjort, stjóri og eigari av Euronom í Svøríki heldur.
Sambært framleiðaranum vil hetta við dagsins olju- og streymprísum merkja eina sparing upp á nærum hálva millión hjá húsarhaldinum í tey 20 árini, sum er metta livitíðin hjá pumpuni.
Nú Åge Hjort er í Føroyum, verður talan eisini um fyrilestrar aðra staðni kring landið. Soleiðis verður hann eisini at síggja á Tekniska Skúla í Klalsvík mikudagin - eisini klokkan 19.










