– At vit ikki hava fíggjarligu orkuna og heldur ikki manningina, ger, at hitastovan hjá Herberginum ikki verður opin allan dagin, sum vit vildu ynskt, tí brúk er fyri henni.
Tað sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn, nú løgtingið ikki tók eina játtan við til hitastovuna, tá atkvøtt var um fíggjarlógina fyri næsta ár.
Henda hálva milliónin var upprunaliga heldur ikki við, men fyri 14 døgum síðani heitti landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, á fíggjarnevndina um at játta pengarnar.
Men hon forroknaði seg, tí hon hevði ikki áðrenn tryggjað sær undirtøku í samgonguni fyri hesum, og hóast andstøðan legði eitt uppskot fram, kom tað ikki ígjøgnum, og tí eru pengarnir til hitastovuna ikki við.
Hoyr samrøðuna við Martin Kúrberg við at trýsta á knøttin undir myndini.










