HITASTIG VIÐ KULDA OG ANNAÐ MØSN

Heri Mohr


Góði Tórður Jóansson, skyldmaðurin.
Í Dimmalætting (Skáanum) hevur tú í nøkur ár átt áhugaverda teigin "Málhornið", har tú viðgert mál og vandamál - serstakliga føroyska málinum viðvíkjandi. Hóast tað, tú skrivar, yvirhøvur er á akademiskum, "professionellum" støði, skilja vit vanligu á gólvinum, - sum Nyrop Rasmussen tók til á sinni -, óivað tað nógva av tí.
Í Málhorninum nr. 125 fáa vit at vita, at Skáin fer í summarferiu. Tú brúkar orðið summarfrí, men eg haldi, at summarferia er tað betra orðið, tí at hava frí nakrar dagar av eini og hvørjari orsøk, hevur einki við feriu at gera. Frí og feria eru hvør sítt og hava lítið við hvørt annað at gera.
Eins og hetta "man vera sætta ella sjeynda árið", tú hevur havt viðgerð um mál í skrift og talu, so eru onnur, sum í sama tíðarskeiði hava skrivað stórt tal av brøvum um ágangin móti okkara mentan (kultur) og sosialu korum, t.v.s. okkara dagligu tilveru her í Føroyum. Okkara 1000 ára gamla mannatilvera er álvarsliga hótt innanífrá. Og orsøkin er, segði ein maður nú ein dagin, degenererað, nostalgisk nationalisma við hættisligum eginleikum. Hann fór smáflennandi í neystið eftir snørissúluni og skríninum, ætlaði sær eitt rend í fjørðin at lofta kyrrindunum.
- Der bode en underlig gråsprængt en?..
Nokk um tað.
Tú sigur, at tú hevur fonglast við at lesa gudfrøði. Ja, soleiðis kann tað eisini sigast. Tillukku við próvnum.
Tak tað ikki illa upp, at eg seti tær nakrar spurningar:

Hvat heldur tú um avgerðina at broyta navnið á tí almenna stovninum Landsverkfrøðingurin til Landsverk? Ber hetta navnið ikki brá av einum láturligum torso við ongari meining ella innihaldi, kundi tað ikki eins væl itið Sjóverk ella Luftverk. Tað næsta verður ætlandi, at býráðið, sum pr. traditión eltir landsstýrið, fer at broyta Býarverkfrøðingin til Býarverk? Hevði tað ikki verið nærliggjandi at broytt navnið til Føroya Verkfrøðingsstova, vit hava jú fleiri almennar stovur: Føroya Gjaldstova, Matrikulstovan, Almannastovan o.a. Hvar er hugflogið og máloyrað?
Føroya Verkfrøðingsstova við einum stjóra v.m. hevði óivað verið skilagott.

Og hvat heldur tú um hetta at broyta starvsheitið sjúkrasystir til sjúkrarøktarfrøðing? Á einum sjúkrahúsi virka sum kunnugt nógv fólk innan røktarfrøði: Læknar, sjúkrasystrar, røktarar, psykiatarar, patologar, fysioterapeutar, ergoterapeutar, portørar og onnur. Hesi eru øll hvør á sínum øki sjúkrarøktarfrøðingar. Florence Nightingale var sjúkrasystir, Edith Cavell, sum varð skotin av týskarunum í 1915, var sjúkrasystir, og mundi Móðir Teresa ikki útinna sjúkrasystraarbeiði?
Ikki tær at siga, í Onglandi skilja tey ímillum nurse og male nurse. Sjúkrarøktarfrøðingur sum starvsheiti sigur okkum einki um starvið; er hann lækni ella sjúkrasystir ella terapeutur o.s.fr.?
Sjúkrarøktarfrøðingur! - tungan ballar sum í eini spiritusroynd .

So eru tað veðurtíðindi. Tá ið eg fái at vita, at barometrið fer niður eftir í staðin fyri at fella, og gongur upp eftir í staðin fyri at reisa, og hitin er eitt kuldastig, verður barometurfall í mínari stovu. Hvat heldur tú um hetta, og ræðist eisini tú orðini varma og termometur, sum sigur okkum, hvussu temperatururin er? Tað er ikki ov nógv sagt, at termometur er í hvørjum heimi.
Tá eg var smádrongur, fóru havnarmenn í Geil fyri at vita, hvussu barometurstandurin var, og um kuldi ella varmi var í luftini. Har, skorin inn í ein vegg vard við glasi, vóru barometur og termometur.


Politikarar og fjølmiðlar eru farin at brúka orðið einskilja, tá ið talan er um at selja almennar ognir. Kennir tú orðið, og hvaðani kemur tað ?

Fyri at siga sum er: Orsøkin til at eg skrivi tær hesi fáu orð, er yvirskriftin til Málhornið nr. 125: Afturhvarv. Eg havi ongantíð hoyrt ella sæð hatta orðið. Hvussu skal tað skiljast?
Og so tað seinasta orðið í greinini: Avgust. Hví stavar tú august mánaðin við v, hevur orðið nakað við avgust (kaskelot), heimsins stórsta tannhval, at gera? Grannalondini sunnan fyri og eystan fyri okkum skriva eins og vit ársins áttanda mánað við u (august).

Tað hevði verið hugaligt at fingið svar upp á tað, sum eg spyrji teg um, kanska í Dimmalætting, nú Skáin er farin í summarferiu.































:












.