Hitar upp til Summarfestivalin í høvuðsstaðnum

Kristina Bærendsen fer í morgin á pall í Steinatúni

 

Nýggjasti tónleikapallurin í høvuðsstaðnum verður tikin í nýtslu í morgin, tá føroyska songkvinnan Kristina Bærendsen fer at halda eina serliga konsert í Steinatúni. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.


Konsertin byrjar klokkan 17 í morgin og er ein upphiting til konsertina hjá songkvinnuni á Summar Festivalinum, har hon fer á pall leygarkvøldið.


Hetta er fyrstu ferð, at Steinatún verður karmur um eina konsert eftir, at kommunan seinastu árini hevur umvælt økið. Millum nýggju broytingarnar er, at eitt torg er gjørt uttanfyri gamla bankabygningin hjá BankNordik, ið nú er karmur um eitt Apotek, Visit Tórshavn og Gómagott.