Hitapumpur – olja og CO2-útlát

Helgi, tingmaður Sambandsins, skrivaði her fyri grein, ikki um “blokkvælsignilsi”, men hitapumpur.

Hann sigur, at fær tú tær hitapumpu svarar tað til at at flyta oljutangan úr túninum og inn á Sund. Hann hevur einans um 15 prosent rætt.
Helgi skrivar næstan eisini, at hann als ikki skilur nakað av tí, hann skrivar um. Rætt hevur hann í tí.
Stutt sagt arbeiðir ein hitapumpa soleiðis, at fyri hvønn kilowatttíma tú keypir frá SEV, fært tú eini tríggjar kWh út sum varma.
Brúka eini hús 3 tons av olju árliga til hita, letur húsið 9,9 tons av CO2 í luftina um árið.
Verður skift til hitapumpu verður orkunýtslan ástøðiliga eitt tons og útlátið 3,3 tons árliga.
Tá tú keypir streymin frá SEV er støðan hon, at 55 prosent er frá olju. Tá verður útlát títt 1650 kilo, ella ein sætting av 9,9 tonsum.
Ein munandi minking.
Fáa vit bygt út sjóvarfalsorku og vind so minkar útlátið sjálvandi.
Sigast kann tí, at hitapumpuskipan er væl snildari enn at hava oljutanga í túninum. So snild, at hini norðanlondini lata fólki stuðul til hitapumpur.