Í hesum mánaðinum hendi tað fyri fyrstu ferð í søguni, at prísskeltini við bensinstøðirnar vístu tveysifrað tøl. 1.000 litrar av gassolju kosta nú omanfyri 8.000 krónur. Eitt meðal húsarhald brúkar umleið 3.000 litrar av olju um árið og skal sostatt av við góðar 24.000 krónur árliga, bara fyri at halda húsini heit. Hetta er ein prísur, sum eitt vanligt føroyskt húski ikki kann liva við, og tí mugu tiltøk setast í verk.
Av hesum 24.000 krónunum, sum árliga oljunýtslan kostar einum húsarhaldi, fær landskassin 4.800 krónur í meirvirðisgjaldi og 2.400 krónur í oljuavgjaldi. Samanlagt fær landskassin 7.200 krónur í sín part, og hetta talið hækkar, hvørja ferð oljan dýrkar.
Umleið tveir triðingar av el-framleiðsluni í Føroyum verður vunnin úr olju, so har fara hækkandi oljuprísirnir eisini at hava sína ávirkan. Prísin á heimsmarknaðinum hava vit onga ávirkan á, men oljuavgjald og MVG áseta vit sjálvi.
Oljuavgjaldið
Áðrenn apríl 2000 var oljuavgjaldið í øvugtum lutfalli við oljuprísin, tað vil siga, at hvørja ferð oljuprísurin hækkaði, lækkaði avgjaldið. Á tann hátt fingu vit ein javnari prís. Men síðani 2000 hevur avgjaldið verið fastlæst á 80 oyrum og síðani eru oljuprísirnir hækkaðir so nógv, at við gomlu skipanini hevði oljuavgjaldið fyri langari tíð síðani verið burtur.
Stig mugu takast nú
Høgu oljuprísirnir eru vorðnir ein hóttan fyri føroyskar familjur, og tí er neyðugt, at stig verða tikin, fyri at bøta um støðuna. Ein møguleiki er, at oljuavgjaldið verður lækkað og helst avtikið, og ein annar møguleiki er, at skipanir verða gjørdar, sum eggja fólki til at bjálva og nýta alternativa orku.
Sambandsflokkurin fer nú at fyrireika eina orkupolitiska heildarætlan, sum eftir ætlan verður løgd fram í heyst.
Nú hitaprísirnir geva kuldaskjálvta í føroyskum heimum, er neyðugt við tiltøkum. Um tiltøkini verða mett at kosta landskassanum ov nógv, kann politisku myndugleikin hóskandi útseta ætlaðu yvirtøkurnar, fyri einar 200 mió. krónur um árið, og heldur velja at geva fíggjarliga tyngdu føroysku húsarhaldunum ein lætta.