Røringur er komin í Tórshavnar býráð, eftir at málið um at byggja eina stóra hitamiðstøð í Klingruni í Hoyvík hevur tikið seg upp.
Eigarafeløgini bæði kæra umhvørvisgóðkenningina og savna undirskriftir móti umhvørvisgóðkenningini, sum Umhvørvisstovan longu hevur givið byggingini.
Ein av býráðslimunum, sum gevur til kennar, at hann tekur undir við eigarafeløgunum og er ímóti at byggja hitamiðstøðina í Klingruni í Hoyvík, er Tróndur Sigurðsson.
Hann vísir á, at málið slett ikki er blivið viðgjørt í býráðnum enn.
Bogi Andreasen, býráðslimur, segði við Rás2 í dag, at hann eisini er ímóti, at hitamiðstøðin verður bygd í Klingruni í Hoyvík.
Men Bogi hevur ein møguleika fram um hinar býráðslimirnar at ávirka málið, tí hann er næstformaður í nevndini fyri SEV, sum eigur Fjarhitafelagið, ið skal byggja hitamiðstøðina.
Við at trýsta á pílin undir myndini, ber til at hoyra, hvat Tróndur Sigurðsson segði við Rás2 í dag.