Hitamet í Eysturgrønlandi

Ein mátari í floghavnini Nerlerit Inaat við Ittoqqortoormiit - ella Scoresbysund - máldi hósdagin hin 29. juli 23,4 hitastig.

 

Mynd: DMI.

 

 

Gamla metið, sum nú er sligið við 1,4 stigi, er frá 13. august í 2004. 

 

Veðurstovan - DMI - sigur í tíðindaskrivi, sum Sermitsiaq eisini endurgevur, at eitt hátrýst hevur ligið yvir økinum, og tað hevur eisini verið rættiliga stilt.

 

Floghavnin og Scoresbysund - ella Ittoqqortoormiit - liggja á hvør sínari síðu á fjørðinum, og kring fjørðin eru høg fjøll.

 

Tá eingin vindur liggur inn í fjørðin, halda fjøllini kring fjørðin hitanum.

 

- Tá sólin skínur, verður luftin bara heitari og heitari, sum dagarnir ganga, sigur veðurlagsfrøðingurin hjá DMI, John Cappelen.

 

Eftir hitametið hósdagin hin 29. juli á 23,4 stig, er hitin í Scoresbysund nú meira vanligur aftur, eini 9-14 stig.

 

 

 

 

 

Mynd: DMI.