Ársins seinastu várdagar hava verið óvanliga heitir í landnyrðingspartinum av USA. Meðalhitin hevur verið oman fyri 30 stig, og tað er met, siga veðurmenninir. Í New York og statunum Maine, Massachussetts og New England var dagurin í gjár tann 26. mai, sum er skrásettur nakrantíð, og í fleiri býum hava myndugleikarnir skrásett nýggj hitamet, skrivar AP.
Tey gomlu hitametini fyri teir seinastu dagarnar í mai eru frá 1965.
Í New York kom hitin upp í 34 stig í gjár, og í New England komu hitamátararnir heilt upp á 37 stig, skrivar AP.