Ein hitabylgja, sum er komin úr Norðurafrika, er farin at gera um seg í fleiri londum í Suður- og Eysturevropa.
Nógvastaðni er hitin farin upp um 40 stig, og í pørtum av Italia hava hitamátararnir verið uppi á næstan 45 stigum, og tað hevur givið fleiri trupulleikar við andadráttinum, skrivar NTB.
Tann nógvi hitin hevur elvt til skógareld í Rumenia og Bulgaria. Har vesturi í Bulgaria eru meiri enn 120 hektarar av skógi farnir upp í royk, og í Rumenia hava sløkkiliðini brúkt so nógv vatn at sløkkja skógareld við, at tað er vatntrot nógvastaðni.