Hitabylgja næstu dagarnar

Tað verður boðað frá rættilga lýggjum veðrið næstu dagarnar við hita í støðum upp í 18 stig

Tað verður boðað frá rættilga lýggjum veðri næstu dagarnar við hita í støðum upp í 18 stig

 

Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður í Miðlahúsinum sigur, at seinnapartin í dag verður fleyr til gul av landssynningi. Tað verður yvirhøvur turt og sólglottar, og hitin verður millum 13 og 16 stig.

 

Í morgin sigur hann, at tað verður yvirhøvur turt og sólglottar, men vit kunnu rokna við regni í annaðkvøld, og hitin verður millum 15 og 18 stig.

 

Bæði í sunnudagin, mánadagin og týsdagin verður boðað frá hita, sum í støðum verður upp í 18 stig, men har, ið mjørki legst, verður hann valla meira enn 10 stig.

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini hjá Petur Skeel Jacobsen