Hitabylgja í Evropa

Í hesum døgum leita norðurlendingar í túsundatali sær suðureftir fyri at fáa sól og summar. Tað er heldur ikki so løgið, tí í teimum norðaru londunum í Evropa er summarið ikki komið enn.

Øðrvísi er í teimum suðurevropeisku londunum. Í Grikkalandi, Italia, Spania og Portugal hevur verið ógvuliga heitt teir seinastu dagarnar. Týsdagin fór hitin í sjey sponskum býum upp um 40 stig, og í býnum Cordoba máldu tey 42,3 stig, sum er met higartil í ár. Tað er eisini heitt har suðuri í Fraklandi, og veðurmenninir lovaðu í gjár, at hitin har fer at liggja um 30 stig teir næstu dagarnar.

Men vandi er í hvørjari vælferð, sigur orðatakið. Í fjør var eisini ógvuliga heitt í Suðuravropa, og tá kravdi tann nógvi og áhaldandi hitin fleiri túsund mannalív. Serliga Frakland varð meint rakt.