Hitabylgja á Roskilde

Veðurguðarnir hava broytt meining. Hóast donsku veðurforsøgnirnar leingi hava bent á, at tað verður regn á Roskilde, verður tað eftir øllum at døma ikki so. Hinvegin verður hitabylgja

Nógvir føroyingar hava verið fastir fúsar á eyðkenda danska festivalinum, Roskilde. Í morgin fer Roskilde av bakkastokki, og nógvir føroyskir festivalgestir hava leitað sær til sælendska býin, ið hevur sett Danmørk á heimskortið hvat tónleikafestivalum viðvíkur. Donsku veðurforsøgnirnar hava leingi bent á, at regn fer at darva festivalin. Tó er nógv líkt til, at hetta ikki verður so. 

 

- Í dag avlýsa veðurguðarnir tað váta veðrið. Hinvegin verður veðrið fullkomið til festivalin, 

 

sigur vagtleiðarin hjá DMI, Thyge Rasmussen við BT í kvøld. Hann væntar, at hitin verður heilt upp í 25 hitastig.Tískil noyðast føroysku festivalgestirnir hóast alt ikki at stúra fyri veðrinum.