Virkishúsið er í summarfrí, men í sambandi við festivalin leggur húsið í kvøld pall til The Story Ends, Isadora and the Rebels og Budam. Vit hittu Beintu Gregersen leiðara í Virkishúsinum í køkinum á Virkishúsinum. Beinta greiddi frá, at kvøldið í kvøld sum so, ikki er fyrireika av Summarfestivalinum, men at tað eru tey í Virkishúsinum, ið hava sett skránna saman, og at tey síðan er sloppin á skránna hjá Summarfestivalinum. Konsertirnar í kvøld eru ókeypis, og øll eru vælkomin eisini tey, ið ikki hava armband til Summarfestivalin. Hon metir hetta vera eitt gott høvið hjá fólki at støkka inn á gólvið, og vónar eisini at síggja okkurt nýtt andlit millum tey vitjandi.
Tað er sum sagt starvsfólkið í Virkishúsinum, ið hevur valt luttakandi bólkar. Hetta eru alt bólkar, ið áður hava spælt í Virkishúsinum, og sum hava fingið góða móttøku, serliga var konsertin við Budam heilt serlig, tey ungu stóðu bara og gapaðu av undran um tónleikin, greiður Beinta fra.
Virkishúsið hevur einans opið í kvøld, meðan festivalurin er, er húsið afturlatið. Eini 40 fólk, ið skulu starvast á festivalinum gista í hølunum, so á tann hátt er húsið tó partur av hesum stóra tónleikatiltaki.
- Summarfestivalurin hevur verið øgiliga góður við okkum, síðan vit byrjaðu, so vit eru sjálvandi eisini góð við Summarfestivalin, sigur Beinta. Summarfestivalurin hevur latið ljóðføri og forstyrkjarar til Virkishúsið, og henda útgerð er komin væl við til øll tey nógvu tiltøkini, ið hava verið í Virkishúsinum.
Virkishúsið letur upp aftur 14. august. Beinta sigur, at bæði hon og restin av starvsfólkinum gleða seg til at koma í gongd aftur. Tey byrjaðu virksemið rættiliga knappiliga, og hava alla tíðini havt høvdið í vatnskorpinum, men nú eru tey komin uppundan og tí er serliga stuttligt at byrja aftur.










