Campingøkið læt upp í fyrradagin, tjaldarar sleppa inn á festivaløkið seinnapartin í dag, og longu í kvøld verður skipað fyri upphiting til Summar Festivalin.
Á tjaldingarøkinum er stórt tipi-tjald sett upp, og har verður Mika-kvøld við spurnarkapping og tónleiki. Hartil fer Eyðun Nolsøe eisini at spæla í kappróðrarneystinum, soleiðis at tjaldarar, sum longu nú seta búgv, ikki skulu keða seg, hóast tað framvegis er eitt samdøgur, áðrenn festivalurin veruliga fer ígongd.
Summar Festivalurin skrivar á heimasíðuni, at stóra tipi-tjaldið letur upp klokkan 21, og at dyrnar í kappróðrarneystinum lata upp klokkan 19.










