Endamálið við hesum var, at fólk av útoyggj kunnu koma t.d. leygarmorgun við vørum at selja á torginum. Á hissinisøluni skal, umframt vørur frá útoyggj, eisini vera gjørligt at keypa fisk, heimavirkaðir lutir og annað. Útoyggjafelagið hevur nýliga havt fund við Klaksvíkar kommunu, har hetta málið var tikið upp av nýggjum.
Semja var millum partarnar um, at ein skal arbeiða málrættað fram ímóti at fáa hetta tiltakið framt so skjótt sum til ber.
Enn eru nøkur praktisk viðurskifti sum skulu avgreiðast, áðrenn endalig støða verður tikin til hvar Hissinisølan skal staðsetast, verður sagt frá Útoyggjafelagnum.










