Á stóra felagsbásinum hjá umboðunum úr Hirtshals er nógvur aktivitetur, og tað er ikki bara sum at siga tað at fáa orðið á donsku umboðini.
Ein føroysk kommuna í Danmark
Býurin er umboðaður av eitt nú bæði vinnuráðnum, kommununi sjálvari og so sjálvsagt havnamyndugleikunum. At Hirtshals er vinarbýur við Runavík ger so eisini sítt til, at umboðanin á Faroexpo er so mikið góð.
Tá ið vit spurdu nøkur av umboðunum úr Hirtshals, hvussu tað ber til, at tey hava so mikið stóran áhuga fyri Føroyum, var svarið stutt og greitt:
- Vit eru jú í veruleikanum eitt slag av eini føroyskari kommunu í Danmark. Tað búgva sera nógvir føroyingar í Hirtshals, og føroyingar hava sanniliga eisini sett sín dám á vinnulívið í býnum, siga tey.
Nógvir bátar og skip, sum føroyingar eiga og reka, hava heimstað í Hirtshals, og hesi skip eru grundarlagið undir nógvum húsarhaldum í Norðurjútlandi, siga tey donsku umboðini. Eisini hevur virkið hjá Vestlax, sum føroyingar settu á stovn og áttu, verið ein av lívsæðrunum í býnum, men her er virksemið nógv minkað seinnu árini, og tað hevur havt við sær, at arbeiðsloysið í Hirtshals er vaksið munandi.
Vinnulívið líkist
Ein av orsøkunum, at Hirsthals hevur so mikið stóran áhuga fyri Føroyum, er eisini tann, at føroyska vinnulívið og vinnulívið í Hirtshals eru so lík, sambært teimum donsku umboðunum.
- Í báðum støðum er fiskivinnan grundarlagið undir øllum vinnulívinum, men so kemur eisini øll møgulig hjávinna, ið er tengd at fiskivinnuni. Hetta er støðan bæði í Føroyum og í Hirtshals. Tí er ein slík stevna eisini eitt kærkomið høvi hjá fleiri pørtum av hesum vinnulívi at fáa eitt møguligt samstarv í lag, verður sagt.