Sum nakað nýtt bjóðar bilasølan Auto Service sínum Saab kundum at fáa bilarnar optimeraðar við meira hestakreftum, sportligari koyrieginleikum, frekari útsjónd, samstundis sum teir verða meira økonomiskir og uhvørvisvinarligir.
Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við Saab og sveisisku fyritøkuna Hirsch, sum er samstarvsfelagi hjá Saab í sambandi við optimering av bilum (optimering merkir at fáa sum mest burturúr). Hjá Auto Service eru longu tveir bilar Hirsch optimeraðir við sera góðum úrsliti.
Hirsch fyritøkan byrjaði í 1967 sum umboð fyri Saab í býnum St. Gallen í Sveis. Tjúgu ár seinni, í 1987, var Hirsch Performance AG stovnað. Fyritøkan hevur spesialiserað seg í at optimera Saab bilar í tøttum samstarvi við svensku Saab verksmiðjuna í Trollhättan.
Saab byrjaði sum flogverksmiðja, vóru fyrstir við turbomotorum í persónbilum, umframt at teir eru millum heimsins fremstu bilar, hvat aktivari og passivari trygd viðvíkur.
Tað sum Auto Service kann bjóða sínum Saab kundum er t.d. at senka undirvognin (fríhæddin verður lægri), tuna motorin (meira hestakreftir), skifta til sportútstoyt, montera spoylarasett og alt sum hartil hoyrir so sum tilsvarandi felgur og dekk.
Alt verður gjørt eftir forskriftunum. Tað eru einans produktir frá Hirsch, sum eru góðkend av Saab. Optimeringin av bilunum lýkur øll ES-krøv til dálking og umhvørvisvernd.
Um t.d. bilurin fær meira hestakreftir, verða krøv sett til at hann skal hava røttu dekkini, sum eru góðkend til tær hestakreftirnar, sum bilurin fær eftir optimeringina.
Eftir eina Hirsch optimering fær bilurin hægri toppferð, brúkar minni brennievni og dálkar minni. Sum dømi verður nevnt at í miðal fær ein Saab 9-3 upp til 45 hk meira, meðan ein Saab 9-5 fær upp til 65 hk meira.
Auto Service ger arbeiðið eftir forskriftum frá Saab og Hirsch, og eigarin fær eitt Hirsch-sertifikat og fabriksgaranti er upp á optimeringina. Eisini fær bilurin eitt originalt Hirsch emblem á baklúkuna.
Leiðararnir á bilverkstaðnum hjá Auto Service Tummas Pauli og Anthonius Dalsgaard siga, at teir fáa ofta fyrispurningur frá kundum, sum hava eitt ynski um at fáa bilin at krafta meira, betri og sportligari koyrieginleikar og eisini síggja meira sportligir út. Tað er munandi bíligari at fáa arbeiðið gjørt í Føroyum enn at keypa ein nýggjan Hirsch optimeraðan bil, og garantiið er tað sama.










