Hippi ísurin komin til Føroya

Ísarnir Ben&Jerry hava nú eisini funnið vegin til Føroya. Alt byrjaði á einari niðurlagdari bensinstøð í USA

Ímynda tykkum hetta: Tveir hippiarar + ein niðurløgd bensinstøð + eitt brævaskeið um hvussu ein ger ís = heimskendi ísurin Ben&Jerry.

Tað var soleiðis alt byrjaði í 1978. Barndómsvinirnir Ben Cohen og Jerry Greenfield avgjørdu, at teir skuldu lata kiosk við heimagjørdum ísi upp. Mjølkin og rómin til ísin kom frá kúnnum í lítla býnum Burlington, har teir báðir búðu.

Teir blandaðu alt møguligt í ísin - kakir, góðgæti, nøtir og annað. Einasta avmarking var, at teir skuldu dáma tað sjálvir, og at tað var stuttligt. Jerry er kendur fyri orðatakið: ”If it’s not fun, why do it?”

Ísurin bleiv skjótt kendur uttanfyri býin Burlington, og niðurlagda bensinstøðin gjørdist ov lítil. Ben og Jerry byrjaðu at pakka ísin og selja hann í handlum í USA. Líka til 1992 var tað bara gjørligt at keypa Ben&Jerry í USA og Kanada. 1992 kom ísurin til Russland og 1994 til Stóra Bretland.


15 ymisk sløg

Ben&Jerry ísarnir eru nú at fáa í 15 ymiskum sløgum. Tað, sum eyðkennir hesar ísarnar er, at tað ikki bara er sjokuláta ella vaniljusmakkur. Tað eru stórir bitar av deiggi, køkum, nøtum og sjokulátu í ísinum. Nógv halda at hetta ljóðar eitt sindur vamlisligt, men tað er í flestu førðum, áðrenn tey hava roynt ísin.

Ben Cohen og Jerry Greenfield hava líka síðani teir byrjaðu fyritøkuna haft sum mál at virka fyri samfelagið. Teir nýta lokalar rávørur, geva stóran part av vinninginum til vælgerandi endamál. Pakka ísin í endurnýtslupapír og geva heimleysum arbeiði.

Ìsarnir eru tíanverri ikki serliga bíligir - 59 krónur fyri ein hálvan litur í Miklagarði.