Hip Hop
Staðið var og er Hoydalar. Tónleikurin er við Jennifer Lopez, Lucy Pearl, Madonnu... og Hip Hop dansiskeið er á skránni. Jú, tað er eitt Hip Hop dansiskeið. Hin mentaði øtast kanska ella fer at hugsa um nýbrotið innan nýggjari føroyska mentan.
Hvussu er og ikki, so var eitt skeið á skránni síðsta vikuskiftið. Tað var eitt dansiskeið, eitt hip hop dansiskeið. Eitt rættari sagt eitt hip hop/funk dansiskeið.
Úr Randers, sum liggur í sunnasta partinum av ríkinum, vóru tvær gentir komnar at undirvísa í hip hop dansi. Gentirnar eru tvillingar, og tær eru av kendari ætt innanfyri dans í Danmark. Tær eita Anett og Jeanett Büllow. Báðar sigast tær at vera sera stinnar innanfyri at kalla øll sløg av dansi, og tær hava eisini dansa síðani tær vóru heilt lítlar, umframt at Jeanett hevur undirvíst í gott og væl fimm ár.
Eitt av teimum støðunum, har gentirnar plaga at vera fyri undirvísa er í Sønderborg, sum liggur í suður Jútlandi. Tað var eisini her, at tær báðar komu í samband við føroyingar. Ein av teimu, Ann-Mary á Rógvi Rasmussen tók saman við øðrum stig til at fáa tær hendavegin at hava eitt skeið fyri føroyskum ungdómi. Sigast skal eisini, at undirtøkan fyri skeiðinum var avbera góð. Stívliga 160 ungar gentir og ungir dreingir stríddist, sveittaðu og dansaðu frá síðsta hósdegnum til leygardagin.
Luttakararnir á skeiðinum vóru býttir upp í bólkar eftir aldri, og tað varð til fýra bólkar. Tað var eitt sindur ymisk á hvørjum torleikastigi tað varð undirvíst, men felags fyri allar bólkarnar var, at tey góvu alt tað tey áttu. Henda dagin Sosialurin vitjaði, var tað fyrst tann næst yngsti aldursbólkurin og síðani var tað teir eldstu luttakararnir, ið vit fingu høvi at síggja.
Tað skal eisini sigast, at luttakararnir kláraðu seg óføra væl, serliga tá hugsað verður um, at tað var bert eftir tríggjar dagar og fáar tímar, at luttakararnir sum einki dugdu at fyrihalda seg til kendu hip hop tónarnar.
Tá vit hittu Jeanett Büllow, so hevði eisini góð orð at bera føroysku luttakarunum. Hon segði, at tann rutinan, sum tað lærdu upp á tríggjar dagar, vanliga tekur fleiri mánaðir at læra. Eisini helt hon fyri, at føroysku luttakararnir vóru sera ágrýtnir og dugdu minst líka væl um ikki betri enn danskir javnaldrar.
At enda skal tað eisini nevnast, at eitt tílíkt skeiði væntandi verður aftur á skránni komandi ár.










