Hini Norðurlandahúsini

Norðurlandahús eru í Reykjavík, Nuuk, Mariehamn og í Helsinki



Heri Simonsen

heri@sosialurin.fo


Elst av teimum fimm norðurlandahúsunum er Norðurlandahúsið í Reykjavík. Húsið var teknað av heimskenda finska byggifrøðinginum, Alvar Aalto (1898-1976). Aalto verður mangan nevndur “Faðirin hjá modernismini í Norðanlondum”. Í heimshøpi er Alvar Aalto kendur fyri sínar ógvuliga serstøku Aalto-vasar, sum hava sítt heilt egna serstaka snið. Aalto sniðgav eisini innbúgv. Ein tann kendasti bygningurin Alvar Aalto teknaði er Finnlandia Konserthøllin í Helsinki. Norræna Húsið, sum íslendingar nevna Norðurlandahúsið, stendur á Vatnsmýrini í Reykjavík. Endamálið við at byggja húsið var at fremja samvinnuna millum Ísland og hini norðurlondini, og at styrkja sambondini landanna millum. Norræna Húsið stóð liðugt í 1968, og var tað tikið í nýtslu sama árið. Í húsinum er kaffistova, bókasavn, og hølir, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi og ráðstevnur. Norðurlendska ráðharraráðið tekur sær av rakstrinum. Norðurlendskir lærarar, sum undirvísa á Háskóla Íslands hava eisini skrivstovur í Norræna Húsinum.


Nuuk

Í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk er eisini eitt norðurlandahús. Tó í grønlendska høvuðsstaðnum er talan um eitt sokallað “Norðurlendst Institut”. NAPA er styttingin. NAPA ein menunnarstovnur undir norðurlendska ráðharrastovninum. Uppgávan hjá NAPA er at verða við til at menna, stuðla og stimulera tað grønlendska mentunnarlívið, samstundis sum NAPA virkar fyri samstarvi millum grønlendsk og norðurlendsk listarfólk. NAPA kunnar eisini um tær nýggju NordPlus-verkætlanirnar, sum eru settar í verk seinastu árini, og gevur NAPA eitt fíggjarligt ískoyti til einstakar felagsskapir í Útnorðri. NAPA hevur eitt tætt samstarv við Norðurlandahúsið í Føroyum, og við Norðurlandahúsið í Reykjavík. Millum størstu samstarvsverkætlanirnar kann nevnast tann í Føroyum væl kenda “Veiðumentan í Útnorðri”. NAPA ger eisini nógv fyri at slóða fyri, at einstaklingar, bólkar og kommunalir myndugleikar virka saman í mentunnarligum verkætlanum.


Mariehamn

Í álendska høvuðsstaðnum, Mariehamn er eisini eitt norðurlendskt institut, sum liggur undir norðurlendska ráðharrastovninum. Uppgávan hjá institutinum er at styrkja tað álendska mentunnarlívið í samstarvi við hini norðurlondini, og í samstarvi við lokala mentunnarlívið á Álandsoyggjunum. Institutið í Mariehamn bjóðar listarfólkum frá øllum norðurlondum til samstarv, gestaupptraðkan og at koma á skeið. NIPÅ, sum stovnurin verður nevndur millum manna, arbeiðir eisini aktivt fyri at stimbra skapandi virksemi fyri børn og ung. NIPÅ hevur tætt samstarv við norðurlandahúsini í Íslandi og Føroyum, og við tey norðurlendsku institutini í Nuuk og í Helsinki. NIPÅ var tikið í nýtslu í 1985, og verður rikið av álendska landsstýrinum og norðurlendska ráðharraráðnum, sum saman fíggja virksemið hjá NIPÅ. Stýrið fyri NIPÅ verður valt av norðurlendska ráðharraráðnum, og hevur umboð frá hinum norðurlendsku londunum. Millum teir, sum hava verið leiðarar hjá NIPÅ kunnu vit nevna føroyska Mikkjal Helmsdal, fyrrverandi sjónvarpsstjóra, og núverandi rektara á Studentaskúlanum í Hoydølum.


Helsinki

Norðurlendska Instituttið í finska høvuðsstaðnum Helsinki verður nevnt Nifin. Nifin er eisini ein mentunnarstovnur undir norðurlendska ráðharraráðnum, og er talan um eitt norðurlendsk møtistað mitt í Helsinki. Endamálið hjá Nifin er at spjaða kunnleika um hini norðurlendsku tungumálini og mentan teirra, og at spjaða kunnleika til onnur norðanlond um mentan og tungumál finna. Hetta verður gjørt við at kunnu um Norðanlond og tað norðurlendska samstarvið gjøgnum verkætlannar og skeiðvirksemið, umframt málskeið. Nifin arbeiðir fyrst og fremst innan øki, sum mentan, útbúgving, fjølmiðlar og samfelagsviðurskifti. Og hevur Nifin stóra ávirkan á tann norðurlendska málpolitikkin. Nifin hevur eitt ógvuliga serstakt norðurlendskt bókasavn, sum leggur alstóran dent á nýmótans fagrar bókmentir. Á bókasavninum er eisini norðurlendskur faklesnaður, dagbløð, tíðarrit, filmar, tónleikur og kassettubond við málsligari frálæru. Summi seta spurnartekin um norðurlendska samstarvið riggar. Men norðurlandahúsini og norðurlendsku instituttini vitna