Hingu við høvdinum eina løtu

Men í steðginum vóru gestirnir á Svangaskarði samdir um, at hóast teir høvdu mist tveir stuðlar, so noyddust teir at vísa heilt øðrvísi hugburð, og tað eydnaðist

EB/Streymur

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur EB/Streymur møguleika at vinna heiðursmerkir og harvið at kvalifisera seg til Intertoto Cup kappingina. Á Mølini leygardagin verður gjørt av, um tað skal vera EB/Streymur ella Skála, sum fær henda heiðurin.
- Hetta verður mest spennandi dysturin í síðsta umfarinum. Tað man vera fyri at fáa spennandi uppgerð um síðsta altjóða plássið og bronsumerkini, at kappingin er løgd soleiðis, at EB/Streymur og Skála skulu spæla í 18. umfarinum, staðfestir EB/Streyma liðformaðurin, Jákup Martin Joensen, skemtandi.
Nú er tað upp til tykkum sjálvar at avgera?
- Vit spældu við henda ynskitankan í síðstu viku. Men vit skulu vísa betri avrik, enn vit gjørdu í 1. hálvleiki hesa ferð, um tað skal eydnast at vinna á Skála. Í steðginum, tá ið vit høvdu mist Sorin Anghel og Fróða Clementsen, hingu vit eitt sindur við høvdinum. Vit vóru ikki nøgdir við hugburðin, sum vit høvdu víst í 1. hálvleiki. Men so samdust vit um, at hetta bar ikki til, nú bronsan og Europa var so tætt undir borðinum. Vit hava onkra ferðina spælt betur, men eg eri stak væl nøgdur við hugburðin, sum vit vístu eftir steðgin, sigur Jákup Martin Joensen.
Sorin Anghel breyt nøsina, Fróði Clementsen hevði pínu í rivjabeinunum, og Hallur Jacobsen noyddíst út, tí hann hevði trupulleikar við hælinum. Í EB/Streymi verður vónað, at allir verða tøkir, tá ið finalan um bronsuplássið leygardagin verður á Mølini.