Hinar oyggjarnar vilja sleppa til Føroya

(Ljóðsamrøða) OYL15 : Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti er nøgdur við umstøðurnar á Jersey, men tær eru ikki betur enn umstøðurnar í Føroyum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Petur Elias Petersen, forseta í ÌSF, sum var gjørd á Jersey tíðliga í morgun. 

 

Hinar 23 oyggjarnar hava eitt veruligt ynskið um at sleppa til Føroya at kappast. Tað staðfestir ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen, sum samstundis staðfestir, at við góðum úrslitum í mansfótbólti, manshondbólti, HM í estetiskum fimleiki, og við heimsmeistara í innirógving hevur tað ongantíð verið stuttligari at verða ÍSF-forseti enn nú.

 

Petur Elias heldur, at umstøðurnar eru góðar á Jersey, men ikki betur enn í Føroyum. Petur Elias hevur vónir um, at Føroyar kunnu enda ´topp-3, tá talan er um vunnin heiðursmerki.