"Hin" Valencia bjargaði Ekvador

Enner Valencia gjørdist hetjan, tá Ekvador vann á Honduras

Ekvador livir enn í vónini at røkka 1/8 finalunum eftir 2-1 sigurin ímóti Honduras, samstundis, sum Sveis tapti ímóti Fraklandi. Nú hava bæði Sveis og Ekvador 3 stig í part, meðan Frakland hevur seks stig. Ekvador hevur betri málmun enn Sveis.

 

Tað var tó Honduras, sum kom á odda í 31. minutti við málið hjá Carlo Costly. Málið gjørdist søguligt á tann hátt, at talan er um fyrsta HM-málið hjá Honduras í einum HM-endaspælið í 32 ár.

 

Gleðin var tó stokkut hjá Honduras, tí longu tríggjar minuttir seinni hevði Enner Valencia javnað til 1-1, og í 65. minutti lá Enner Valencia aftur framvið, og skoraði sigursmálið. Málið var triðja málið hjá honum í hesum endaspælinum. Sostatt er tað Enner Valencia, og ikki Antonio Valencia, sum er tann stóra hetjan hjá Ekvador. 

 

Honduras-Ekvador 1-2 (1-1)

 

1-0 Carly Costly (31. min)

1-1 Enner Valencia (34. min)

1-2 Enner Valencia (65. min)

 

Lið
DystirVJTFyriMótiMálmunurStig
 Frakland220082+66
 Ekvador21013303
  Sveis210146−23
 Honduras200215−40