Við einum ótali av fremmandum ferðafólki, ið av tilvild detta inn á gólvið, er hetta ein frálíkur sýnisgluggi fyri eina tjóð, ið so hegnisliga megnar at varðveita síni eyðkenni. Ein tjóð, íð livir av havinum, og har báturin hevur alt at siga.
Rógvarar og bátar í hópatali leggjast afturat í gamla høvuðstaðarfelagnum á Skálatrøð, Róðrarfelagnum Knørri. Við miðvísa ungdómsarbeiðinum rúmar felagið nú rógvarum heilt niður í 11ára aldur við øllum teimum avvarðandi, ið hartil hoyra. Men neystið veksur ikki. Ves og skiftingarrúm er á hædd við umstøðurnar í slumminum í Adis Abbaba. Bátarnir mugu víkja fyri øðrum bátum og oljutunnum í kommunala bygninginum, har teir annars nýliga høvdu vunnið sær innivist fyri veturin.
Einki er broytt hesi skjótt 25 árini, annað enn, at býráðið brúkti 1,5 mió uppá at burturbeina fornminnið Lágukai, so tað nú næstan ikki er gangandi uttanfyri neystið uttan at bekla.
Men okkurt forbarmilsi fær felagið kortini úr grannalagnum. Við nakað av náði Lutzensmanna og gomlum byngjum klárar felagið so dánt at húsa virkseminum, hóast umstøðurnar mugu sigast at vera ótolandi. Alt meðan tað almenna vendir okkum bakið, og ikki hirðir okkum nakað svar. Hvat halda tit Knørrafólk um tað?
Er tað ílagið, at eitt so virki felag sum Róðrarfelagið Knørrur, ið hevur so nógvan ungdóm um hendi, fullkomiliga verður ignorera? At eitt felag, sum hevur so nógv at geva býnum, á ongan hátt verður virt sum tann samfelagsligi hornasteinur, tað er? Er tað ílagi, at hesin munur skal gerast á feløgum? Tí hetta er ikki nakað eindømi.
Hevði felagið fingið peningaligan stuðul, hevði tað púra víst fløvað væl. Men tað er ikki tað, ið er mest átrokandi. Tørvurin er fyrst og fremst eitt JA! fram um undanførðslur og undanstøkking. Høvdu vit bara fingið loyvi til eitt ella annað frá Tórshavnar Kommunu, høvdu vit saktans kunna fylt karmarnar sjálvi.
So gevið hesum gamla róðrarfelag, ið hevur verið lívsæðrin hjá so mongum Havnarmanni og øðrum við, møguleikan framhaldandi at vera vertur fyri øllum teimum hundraðtals ferðafólkunum, sum alt summari á tamb av nátúrligum forvitni vitja okkum í neystinum, har tey frá fryntligum ungum rógvarum fáa innlit í henda virkna partin av okkara mentan. Gevið okkum møguleika fyri at gera okkara fyri at varveita livandi partin av býnum, meðan so nógv annað í miðbýnum doyr.
www.tjodveldi.fo/petur