Hin minsti gjørdist størstur

? Tá eg varð spurdur um at gerast nevndarformaður í nýggja samtakinum, áttu vit einki í felagnum. Nú eiga vit 5%, sigur Poul Hansen, nevndarformaður. Tá Poul Hansen, advokatur, varð valdur til nevndarformann í nýggja samtakinum, sum hevur keypt fýra fiskavirkir og seks skip úr trotabúnum eftir Faroe Seafood-samtakið, var tað ikki, tí, at felagið hjá honum átti part í nýggja felagnum.

? Tá eg varð spurdur um at gerast nevndarformaður, áttu vit nevniliga einki í samtakinum, sigur hann.

Í dag eigur Bacalao í Havn, sum Poul Hansen, advokatur, umboðar, 5% í nýggja fiskivinnurisanum. Samtakið eigur nevniliga ein stóran part av virknu ognunum, sum vóru í trotabúnum eftir Faroe Seafood-samtakið.

- Býtið millum partarnar er nú skipað soleiðis, at Bacalao nú eigur 5%, sum saman við teimum 45% hjá Varðanum í Gøtu geva 50% - og hini 50% eiga ávikavist Framherji á Toftum við 25% og Samherji í Íslandi við øðrum 25%.

Poul Hansen sigur, at eigaraskapurin á ein hátt er tvíbýttur, har Bacalao gongur inn í partin saman við gøtumonnum, soleiðis at hesin tilsamans eisini er 50%.

Tá pápin er Aksel Hansen, sum í mong ár fekst við vinnulív, hevur tað upp gjøgnum árini eisini verið luturin hjá nýggja formanninum í stóra samtakinum, at ferðast eftir bryggjukantinum.

- Mær hevur altíð dámað hetta umhvørvið væl, og eg haldi, at tað er ein serligur hugni at ferðast eftir bryggjukantinum og síggja menn stákast umborð og á bryggjuni við sítt virksemi.

Poul Hansen ásannar, at hesin parturin av føroyskum vinnulívi soleiðis meiri og minni er komin inn við móðurmjólkini ? ella liggur í blóðinum, sum vit eisini plaga at siga.