Seinasti vetur tók hart upp á skarvastovnin í Danmark, sum minkaði við 15 prosentum, og nú er hin minsti í 20 ár. Danmarks Miljøundersøgelser (DMU) veit at siga, at skarvastovnurin í Danmark nú liggur um góð 28.000 pør, sum er umleið 15% minni enn árið fyri.
Orsøkin er í fyrsta lagi, at seinasti vetur var so kaldur, og tí doyði nógvur skarvur í hungri.
- Veturin var harður fyri nógvar skarvar, sum soleiðis sóust kring havnaløg, áir og í parkum, har fólk geva øðrum fuglum at eta.
Ein onnur orsøk er, sigur DMU, at nógvir skarvar, sum yvirlivdu seinasta vetur, vóru ov illa fyri, tá reiðringartíðin kom, og tí komu eisini nógv færri ungar undan.