?Í gjár vísti eg á, hvussu lætt tað er at finna einar 20 mió kr við at niðurleggja óneyðuga og darvandi umsiting á ovastu rók, samstundis sum sama umsiting kundi betrast, og at hetta fór at slóa fyri størri samskipan, effektivisering og rationalisering.
??Um helvtin av hesi sparing varð brúkt til bleytu virðini, sum samgongan nú í dagar hevur sitið og togast um at fáa fíggjað, so var roknistykkið gingið upp, og vit høvdu sett hol á eina tilgongd til arbeiðið við kørmum, sum stendur beint fyri framman, tá aftur skulu finnast stórar upphæddir fyri at arbeiða seg til javnvág á fíggjarlógini.??Tora vit ikki nú, hvussu munu vit so fara at tora um tveir mánaðir.?