Týsdagin kl. 15.00 verður Petur Jacob Sigvarsen í Tilhaldinum og sigur frá um bók sína Hin heimurin 1. Hin heimurin 1 er fyrsta bókin í einum bókaverki um tey yvirnatúrligu fyribrigdi, sum nógv menniskju hava upplivað, og sum fleiri teirra hava greitt frá.
Hesar frásagnir, sum eru fleiri hundrað í tali, eru savnaðar, ritsjórnaðar og festar á blað, og við teirra loyvi verða tær nú útgivnar í bókaverkinum Hin heimurin.
Høvi verður at ogna sær bókina og fáa hana signeraða.