Frits Johannesen
?????
Anlis Bjarkhamar ferðaðist næstan í hvønn krók í Føroyum, meðan hon sat, sum landsstýriskvinna, og umrøddi tann góða skúlan. Hon vildi gera tann føroyska skúlan væl betri, enn hann var í dag.
Løgmaður okkara, Jóannes Ejdesgaard, vísir í skrift og talu á tað góða samfelagið, sum vit skulu hava um nøkur ár. Ja, tað skal verða millum dygdarbestu samfeløgini á klótuni.
Hugsi, at skúli og samfelag eru so nær tengd hvørt at øðrum eins og stúkan og rekkjuvágin. Er skúlin góður, ja, so er samfelagið gott. Er samfelagið gott at liva í, ja, so er tað tí, at skúlin er so góður.
Haldi hesi uppróp vera skilagóð. Eitt er at glaða og rópa grindaboð, men lítið nyttar rópið, tá ið tað bert er roykur og eingin grind. Setningurin um góða skúlan og góða samfelagið skal hava okkurt at fara í.
Mær vitandi eru 96% av okkara útflutningsvirði enn tann dag í dag fiskur og fiskaúrdráttur. Hetta hevur staðið við rættiliga leingi. Vit kendu sviðan av okkara einstáttaðu vinnu í nítiárunum og føla snertin av hesum aftur nú, meðan bíligar fiskavørur floyma inn yvir Evropa úr fjareystri. Bæði íslendingar og norðmenn royna at minka um fiskivinnuna, so hon ikki verður ov stórur partur av teirra búskapi, men hjá okkum gongur tað næstan sum á skeringi, tá ið nýhugsan skal bøta um ídnaðin her á landi.
Hugsi tað var í 1998, at vit fingu ta nýggju fólkaskúlalógina, og hvør skúli her á landi gjørdi sær sína lesiætlan. Nú er væl av vatni runnið í á síðani tá, og ikki hevði tað verið av leið, at vit fóru at gera nýggja lesiætlan fyri Føroya skúla. Henda lesiætlan skal vera felags fyri allan tann føroyska skúlan. Her eigur at vera høgt til lofta og vítt til veggja, so at flog, vit og skil eigur at ráða. Ein snerpin lesiætlan er skaðilig fyri skúlan. Ein lesiætlan (lóg?) skal seta stór krøv um kunnleika til læraraskúlan, lærarar, skúlastýri, námsfrøðilig ráð, at vit fáa tað besta av tí besta burtur úr hesum. Hetta eigur at verða gjørt nú.
Tá ið løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, ætlar at lata samfelagið øðrvísi í, so eigur hann at byrja við skúlanum(fólkaskúlanum, miðnámskúlunum, fróðskaparsetrinum o.s.fr.)
Vildi hildi t. d., at tað var skilagott at bygt ein KT skúla t. d. sum eina roynd skjótast til bar við 8. 9. 10. flokki t. d. á Kambsdali, sum var nær tengdur at stu-denta- og handilsskúlanum. Hetta er bráneyðugt, at við fara inn í kunningartøknina við fullum seglum. Kanska skuldu vit tikið 7. flokk við. Hvussu skapið skal vera, dugi eg ikki sjálvur at meta um, men hugsandi er, at fleiri skap í einum kubissi, sum gingu inn ímóti ein depli í hesum kassa var eitt minstur, sum vitug fólk skapaðu og settu saman.
Hesin skúli skuldi verið stýrdur av einum akademiskum skúlastjóra við bestu útbúgving. Lærarnir skulu somuleiðis hava góðan og dyggan kunnleika til kunningartøknina. Sum frá leið hevði hetta givið úrslit. Vinnan fekk nýggjan førleika, og kanska hevði ein nýggj kt-vinna muna, so fiskivinnan ikki hevði so fast tak á samfelagnum. Hetta hevði komið øllum til gagns.