Hin føroyska "dieselmytan" er ein drepari!

Jón Ellendersen
???
Tað grettir ikki, fert tú til handils - sum hjá mær - í INN í Norðskála, ella hjá øðrum í Brotinum í Runavík, Bónus í Saltangará, ella tað er ditto í Klaksvík, SMS og Bónus í Havn o.sfr. so standa fleiri bilar við dieselmotori við motorinum í gongd. Útstoytini eru í barnahædd og eru sera, sera vandamiklir partiklar í dieselroyki, sum í Dan-mørk taka lívið av 1500 fólki hvørt ár. Tølini eru frá eini vísindaligari kanning.
Alt fleiri og fleiri harmast og gerast ørg inná hesar bilar, ella rættari, bilførarar sum eru so líkasælir við hvussu teir dálka náttúruna og lunguni á børnum og vaksnum. Og tað er at harmast um, ikki minst tá tað ferð eftir ferð er prógvað, at dieselroykurin ER sera vandamikil. Og summir førarar lata motorin ganga upp í hálvan og heilan tíma.
Spyrt tú bilførararnar hví teir lata bilin standa við motorinum gangandi, fært tú eitt heldur løgið svar: "Tí, annars kann motorurin fáa skaða!" ella: "Tí tað er ikki gott fyri motorin bert at koyra stutt strekki, og tí noyðist eg at lata motorin ganga!" Summir førarar eru sera, sera tekniskir og teppa eitt hvørt konufólk - í øllum føri við eini tekniskari svadu.
Men er hetta so? Er tað skaðiligt og oyðileggjandi fyri ein dieselmotor, sleppur hann ikki at standa og koyra uttanfyri hvønn einasta handil í Føroyum? Spyrt tú førararnar, so er svarið sjálvandi JA! Men, spyrt tú onkran, sum hevur gott skil fyri dieselmotorum, so er svarið NEI, tí tað er ein myta at tað skaðar motorin at koyra stytri strekki.
Einaferð, fyri mongum, mongum árum síðani var tað so! Tá var tað skaðiligt fyri dieselmotorin bert at koyra stutt strekki. Men motorarnir í dag tola, og tola væl at koyra stutt strekki uttan at skula standa í gongd meðan førarin fer inn í ein handil at keypa. Tað er yvirhøvur eingin umbering fyri at førarar av dieselbilum skulu seta í heilsuna hjá børnunum í vanda við at lata motorin ganga.
Men sum ikki einaferð, so eru myturnar sterkari enn veruleikin og tað er hvørki fyrstu ella seinastu ferð, at soleiðis er. Tíanverri eru tað ikki so heilt fáir bilsølumenn sum billa fólki inn, at tey noyðast at lata motorin ganga, koyra tey stutt strekki.
Hvussu í víðu verð skuldi tað so verið møguligt at havt dieselbilar í teimum býum, har tú noyðist at sløkkja motorin hvørja ferð tú støðgar við eina ljóskurv og har tað er strangliga bannað at lata motorin ganga í meiri enn 1 minutt - tó í summum førum, 3 minuttir. Høvdu føroyskir dieselførarar rætt, vórðu eingir dieselbilar seldur í hesum býum.
Tískil fari eg at heita á dieselførar um hereftir ikki at lata bilin standa og rúka, tí tá 1500 danir doyggja um árið, so sigur hetta so mikið sum, at einir 10 til 15 føroyingar eisini doyggja av teimum vandamiklu partiklunum, sum eru í dieselroykinum.