Gjaldið úr Samhaldsfasta, sum er 2.690 krónur, er skattskyldugt.
Soleiðis verður samlaða pensjónin hjá Edmundi Joensen, sum hann fær oman á fólkatingslønina og løgtingslønina 6.003 krónur, harav tær 2.690 er skattskyldugar, meðan hinar 3.313 krónurnar eru skattafríar.
Nú var endamálið ikki við hesum at lasta Edmundi Joensen. Hann hevur sín fulla rætt at verða bæði fólkatingsmaður, løgtingsmaður og fólkapensjónistur. Men hetta sigur eitt sindur um, hvønn hugburð okkara politikarar – og tað úr øllum flokkum – hava til pensjónsviðurskifti sum heild. Meðan javning av grundupphæddini í fólkapensjónini verður tikin burtur fyri at spara, so heldur okkara høga ting, at tað er í fínasta ordan, at fólk sum tjena yvir 60.000 krónur í løn og aðrari pensjón eisini fáa grundupphæddina í fólkapensjónini skattafría og fáa gjald úr Samhaldsfasta.
Hetta er ikki serliga samhaldsfast – og átti kanska at givið okkara høga tingi nakað at hugsa um, serliga nú val stundar til...










