Bólkur G
Italskur landsliðsfótbóltur fekk eina sanna uppreisn, tá liðið kom í finaluna í EM fyri tveimum árum síðani. Talan var kanska ikki um so ógvuliga framsøkið spæl, sum nøkur av hinum londunum sýntu, men destruktivi verjufótbólturin, sum liðið áður hevur staðið fyri, var í øllum førum ruddaður burtur. Hetta gav pláss í finalundystinum, og í veruleikanum var liðið bert góðan minutt frá at vinna EM, men tað er so ein onnur søga.
Trap hevur vunnið alt
Grundað á góða avrikið í EM, og á spælið í undankappingardystunum, eru italiumenn nú veruliga farnir at trúgva uppá, at Azzurri, sum liðið verður rópt, kann gera seg galdandi í HM-kappingini. Ikki tí. Liðið stendur seg aloftast væl, men tað so smátt við at vera nakað langt síðani, tá tað nú eru liðin 20 ár, síðani liðið seinast vann HM.
Vanliga hevur liðið ein sera sterkan hóp, og í summar verður talan so avgjørt ikki um nakað undantak. Leikarar sum Vieri, Del Piero, Totti og Inzaghi borga allir fyri góðsku í framrættaða spælinum, og í verjupartinum hevur liðið eisini fleiri av heimsins bestu verjuleikarum, so leikara fyri leikara tykist Italia hava sterkasta hópin í bólkinum.
At teir so eisini hava Trappatoni á beinkinum, ger avgjørt møguleikarnar hjá liðnum enn betri. Trap hevur sum venjari vunnið alt tað, sum vinnast kann við italskum liðum. Hann er taktiskur snillingur av aðrari verð, og seinastu árini hevur hann enntá umstillað sína fótbóltsáskoðan, soleiðis at lið hansara nú eisini hava leikt álopsfótbólt. So tað kann væl vera, at Italia bæði kann vinna og undirhalda hesaferð.
Neyvan bronsa hesaferð
Av hinum liðunum í bólkinum munnu Mexico og Kroatia verða tey, sum stríðast um næsta sessin.
Kroatia vann bronsu við HM í Fraklandi. Enntá í fyrstu royndini hjá landinum í HM, og tað var einki minni enn eitt bragd. Bronsan tá var tó grundað á eitt óvanliga gávuríkt ættarlið av fótbóltsleikarum, og hóast nógvir av hesum framhaldandi eru við á liðnum, so eru árini farin at seta síni spor.
Bóltsnillingurin, Boban, er ikki við longur, og hóast leikarar sum Boksic og Suker framhaldandi eru vandamiklar fyri mótstøðuverjurnar, so kann ikki roknast við, at teir røkka eins langt, sum teir gjørdu seinast, men teir hava avgjørt møguleika at koma víðari í kappingini.
Tað hevur Mexico eisini, og yvirhøvur hevur sterka tjóðin í Miðamerika eisini til siðvenju at teir í øllum førum koma víðari úr bólkaspælinum. Sjáldan er tað vorðið til meira enn tað sama, og heiðursmerki er talan ikki blivin um. Hesa ferð hevði liðið stórar trupulleikar í annars veika undankappingarbólkinum, men eitt venjaraskifti í evstu løtu vendi gongdini, og tá vandamikli Blanco so varð klárur at spæla, eftir at hann hevði verið skaddur, kom verulig ferð á. Spurningurin tykist bert vera, um hendan er nóg stór til HM.
Nýggja liðið
Ecuador hevur sjáldan havt eitt stórt orð at siga í altjóða høpi. Seinnu árini hevur liðið tó fingið ein alt størri leiklut í Suðuramerika, og hesa ferð vóru tað bert Brasilia og Argentina, sum stóðu seg betri í undankappingini.
Trupult verður tað undir øllum umstøðum hjá nýggja landinum í HM-høpi, og ein kopiering av avrikinum hjá Kroatia seinast verður talan neyvan um. Megna teir at vinna seg víðari úr bólkinum, er nógv vunnið, men hetta í sjálvum sær verður helst ein ivaleysa stórur biti.
Dystirnir:
03.06Kroatia-Mexico
03.06Italia-Ecuador
08.06Italia-Kroatia
09.06Mexico-Ecuador
13.06Ecuador-Kroatia
13.06Mexico-Italia