Hýsa fekk næstan tvífalt so góðan prís á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun sum toskur.
Góð átta tons av hýsu vóru á marknaðinum í morgun, og tað var eingin hýsustødd, sum fór fyri minni enn 21,41 krónur fyri kilo. Hetta var fyri hýsu 4.
Mest var av hýsu 2 og hýsu 3, og her var miðalprísurin ávikavist 27,63 og 28,03 krónur fyri kilo, ið má sigast at vera ein rættiliga góður prísir.
Av samlaðu nøgdunum, sum vórðu seldar á uppboðssøluni í morgun, vóru nøgdirnar av toski nógv tær størstu, eini 38 tons tilsamans.
Besti miðalprísur fyri tosk var fyri hin størsta fiskin, sum fekk 16,91 krónur fyri kilo.
Størstu einstøku nøgdirnar vóru toskur 4, stívliga 16 tons tilsamans, sum fóru fyri einans 13,02 krónur í miðal fyri kilo - ella fyri eina lítla helvt av miðalprísinum á hýsu.