Hilmar Persson

1942-2009

Nú er ein tíð fráliðin síðani Hilmar andaðist aftaná drúgva og álvarsliga sjúku.

Hilmar byrjaði longu sum 14 ára gamal sum gravari hjá telefonverkinum, fyrstu árini sum tímaløntur og síðan í føstum starvi. Seinni aftur varð Hilmar formaður fyri alt kaðalarbeiði í Suðuroynni.

Í 1968 kom eg sjálvur í starv hjá telefonverkinum, og skjótt hittust vit, tá ið eg ferðaðist har suðuri saman við Svend á Grundini, kaðalmeistara.

Hilmar var nærlagdur sum fáur, og tað man verða honum at takka fyri, at kærur um telefon vóru ókendar har á oynni.

Sjálvur tók hann altíð lut í arbeiðinum bæði sum gravari, at skoyta kaðalar og at dagføra øll kaðalskjøl.

Arbeiðið fór fram bæði í bleytum haga og í hørðum, asfalteraðum vegi, og eyðkent fyri Hilmar so evnaði hann til bæði spaka og haka til bleytan haga og harðan veg.

Hjá einum og hvørjum televeitara er kaðalskipanin nógv tann størsti íløguparturin. Tí er góðskan av hesum avgerandi fyri televeitaran. Við góðum viðlíkahaldi og skynsemi er netið beinagrindin í einum vælvirkandi samskifti. Hetta verður ofta gloymt, tí netið liggur fjalt í jørðini.

Her slóðaði Hilmar fyri ikki einans í tí dagliga; men við nýhugsan. Allastaðni rundan um okkum er ein partur av kaðalnetinum eisini kaðalskáp har nógvar umkoblingar fara fram í øllum veðri. Í okkara veðurlagi eru hesi skáp ikki vælegnað. Her kemur Hilmar við slóðbrótandi hugskoti, sum hann eisini sjálvur setti í verk. Verkfrøðingurin Eivin Hansen, sáli, og eg viðurkendu hansara grundgevingar og komu hansara kaðalhús at verða bygd um alt landið. Talið man tátta í eitthundrað tilsamans.

Inni í hesum smáttum er í dag ikki einans kaðalútgerð, men eisini telduútgerð, so allir felagar kunnu fáa sama tænastustøði um alt landið.

Seinasta tíðin hjá Hilmar var tung at bera við pínufullari sjúku. Hann varð 67 tann 4. mei 2009.

Dagurin varð hildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, har starvsfólkini gjørdu alt fyri at løtan var hugnalig og virðilig. Næstrafólk og gamlir starvsfelagar frá telefonverkinum vóru rundan um hann, og í løtum kendu vit aftur tann hugnaliga Hilmar altíð við tí góða orðinum. Stutt eftir andaðist hann, tann 5. juni 2009.

8. juni var jarðarferðin úr Tvøroyrar Kirkju. Stóra kirkjan var fullsett. Rundan um Trongisvágsfjørð veittraðu fløggini í hálvari stong eins og tað varð flaggað í hálvari stong nógva staðni í oynni. 


Sólbjørn Jacobsen