Føroyski toppskjúttin, Hilmar Leon Jakobsen hevur ligið sjúkur í tveir dagar, men hevur nú meldað seg frískan til søguligu HM-áttandapartsfinaluna ímóti Fraklandi í HM-endaspælinum í Algeria.
- Hilmar Leon er klárur til dystin í dag. Hann hevur verið sjúkur í 2 dagar, men hevur verið feburfríur í morgun og er so klárur, sum hann eftir umstøðunum kann verða, sigur hjálparvenjarin, Ingi Olsen í stuttari viðmerking til in.fo.
- Vónandi hevur hann orku til at spæla dystin, men tað má tíðin líka um vísa, leggur Ingi Olsen aftrat.