Hóast bert fáir tímar resta í, áðrenn H71 og Neistin hittast í seinnu FM-finaluni, so eru framvegis ivamál um hvussu hópurin hjá hoyvíkingum fer at síggja út.
Stóri trupulleikin er at Hallur Biskopstø fekk skaða við venjing í gjár, og hann verður neyvan at síggja á vøllinum.
Tað frættist úr Hoyvík at umhugsað verður at fáa onkran av áður skaddu leikarunum at spæla, hóast hetta var sagt at verða óhugsandi fyri fáum døgum síðani. Tað er tó sera ivasamt um Pætur Thomsen ella Hilmar Leon Jakobsen kunnu spæla, men allir møguleikar verða kannaðir nú.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við høvuðsvenjaran hjá H71, Sonni Larsen um skaðastøðuna hjá H71.
Sonni Larsen, høvuðsvenjari hjá H71 útilokar ikki, at Hilmar Leon Jakobsen verður ein "jokari" í kvøld.