Hilmar Leon á landsliðið

Landsliðið: Hilmar leon Jakobsen hevur fingið landsliðsboð

Håkan Ericson hevur í dag givið landsliðsboð til Hilmar Leon Jakobsen, sum annars byrjaði kappingarárið sum hondbóltsspælari og 3. deildarfótbóltsspælari.

Hilmar Leon Jakobsen átti lut í útjavnandi málinum, tá HB í evstu løtu fekk mál í Klaksvík. Hann tók síðani móti gullheiðursmerkinum og FM-steypinum. Komin inn í skiftirúmið fekk hann boð frá venjaranum, Jens Berthel Askou, at hann er úttikin til landsliðið á fyrsta sinni.

Tað er framvegis óvist, um Jóan Símun Edmundsson verður við á landsliðnum, tí Arminia Bielefeld hevur rætt til at halda upp á spælararnar orsaka av koronastøðuni. Tað er ikki staðfest, men sum skilst er tað Andreas Lava Olsen, ið hevur givið avboð.

Landsliðið skal spæla móti Litava, Lettlandi og Malta.