Hilmar Leon harmast mistakið við dómaraseðilinum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Hilmar Leon Jakobsen hjá H71 greiða frá margháttligu støðuni honum var fyri í Vestmanna

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði í steðginum í dystinum millum VÍF og H71 norðuri í Vestmanna. 

 

Samrøðan var við Hilmar Leon Jakobsen hjá H71, sum gjørdist offur fyri eina margháttliga støðu, tá bert seks minuttir vóru farnir, og hann longi hevði skorað sítt fyrsta mál fyri H71. Hann stóð ikki á dómaraseðilinum hjá H71, og hesum boðaði dómaraborðið dómaranum, Hannis og Una Wardum frá. Og har var einki at gera. Hilmar Leon Jakobsen mátti av vøllinum, og slapp ikki at spæla meir.

 

- Hetta er øðiliga keðiligt. Hetta er oddadystur, sum vit spæla í Vestmanna. Ein slíkur býttur feilur kann koma fyri, men hann skal helst ikki koma fyri, og tað er øðiliga keðiligt, tá hann kemur fyri, staðfestir Hilmar Leon Jakobsen.

 

Hilmar Leon Jakobsen fer at spæla við 1. deildarliðnum hjá H71 ímóti VÍF, sum byrjar aftaná dysturin í FTZ-deildini er liðugur.