Hilmar Jan heldur røðu

Hann er vanur at undirhalda, men nú sleppur Hilmar Jan Hansen eisini at royna seg um talara - enntá sum midnáttartalara.

Hetta hendir undir midnáttarsamkomuni leygarkvøldið í sambandi við norðoyastevnuna um vikuskiftið.

Henda samkoman byrjar við kyndlagongu í Vágstún, har Klaksvíkar hornorkestur spælir. Aftaná røðuna verður fýrverkarí á Vágsbø og felagssangur.