Hilmar Hansen plúmmaði fyrst á mál

Fjallasúkkling: Hilmar Hansen vann fyrsta umfar av Vetraplúmm 2015

Sunnudagin varð fyrsta umfar av Vetraplúmm 2015 í fjallasúkkling. Hilmar Hansen vann ein tryggan sigur. Javnt hevur ofta verið millum Hilmar og Jógvan Højgaard, men sunnudagin var ongin ivi hvør var stinnari.

 

Kappast var á gøtunum í Viðalundini í Hoydølum. Kappast varð í 60 minuttir, umframt eitt umfar.  Tað var tíðliga í kappingini, í brøttu brekkuni aftanfyri Føroya Studentaskúla, at Hilmar sleit seg leysan frá Jógvan Højgaard og hinum í feltinum.

 

Hilmar økti og økti aftur til feltið, og tí gjørdist sigurin hjá honum tryggur. Hóast hetta var kapping var um hini plássini, og meðan Hilmar økti um munin, so minkaði munurin nakað millum Jógvan, Gunnar Dahl-Olsen, Sigmund Olsson og Høgna Øster.

 

Spenningur kom í um kappingina um silvurið, men tá tað nærkaðist endanum av kappingini, so ressaðist Jógvan, og hann gjørdist sostatt næstur um málstrikuna. Gunnar royndi tað hann kundi at koyra undan Sigmund og Høgna, og hetta eydnaðist. Hann megnaði at halda tørn og gjørdist sostatt nummar trý.

 

Vetraplúmm 2015 er samansett av seks kappingum. Í fjør var navnið á kappingini Heystplúmm 2014. Skal ein súkklari gera seg galdandi í samlaðu støðuni, so skal viðkomandi luttaka í minst fýra av seks kappingum. Vinnarin fær 1 stig, nummar tvey 2 stig og so fremvegis.

 

Næsta kapping verður leygardagin 5. desembur, og tá verður koyrt á gøtunum kring Svartafoss.

 

Úrslit, 1. umfar av Vetraplúmm 2015:

1. Hilmar Hansen

2. Jógvan Højgaard

3. Gunnar Dahl-Olsen

4. Sigmund Olsson

5. Høgni R. Øster

6. Sverri Mohr Edvinsson