Hilmar er føddur í Porkeri. Mamman, Jóhanna Jensen, var av Strondum og pápin, Jacob M. Bech, var porkeningur.
Hilmar Bech var ein av teimum 20 løgtingsmonnunum í 20. øld, sum gjørdust løgtingsformenn. Hann varð valdur á Ting fyri Javnaðarflokkin í Suðuroy í 1970, eftir at tingmaður floksins í Porkeri í mong ár, Jóhan Danbjørg, var deyður. Hilmar var tingmaður út í eitt til 1984, og seinni hevur hann onkuntíð verið varamaður. Hann var løgtingsformaður í valskeiðinum 1979-80.
Hann hevði eisini onnur álitisstørv. Var í stýrinum fyri ALV 1972-2000, í nevndini fyri Tryggingarsambandið 1985-95, í stýrinum fyri Húsalánsgrunnin í 6 ár og í stýrinum fyri 60-miljóna grunnin frá 1986. Eisini var hann bygdarráðslimur í Porkeri 1962-66. Hann varð valdur í Kirkjuráðið í Porkeri í 1973 og varð formaður í 1990.
Hilmar tók læraraprógv í Haslev í 1958. So var hann lærari í Vági í eitt ár. Hann var lærari í Porkeri1959-99, fyrstilærari frá 1967.
Hann giftist við Kristinu Samuelsen úr Tjørnuvík. Tey fingu børnini Jóhannu og Dann, og abbabørnini eru seks í tali.
Frítíðarítriv hjá Hilmari er at fara í fjørðin. Eisini prátar hann nógv við fólk og skrivar niður mangt og hvat um hendingar fyrr í tíðini og hvussu fólk livdu fyrr.