Fyri fáum mánaðum lá Hillary Clinton á odda í statinum Iowa, har uppstillingarval verður tann 3. januar. Men soleiðis er ikki longur. Nú siga kanningarnar, at Barrack Obama fær 33 prosent av atkvøðunum har og Hillary Clinton 29. Triðja valevnið, John Edwards, fær 20 prosent.
Tey, sum hava gjørt kanningina, siga, at ein ávís óvissa er, og at tað í veruleikanum merkir, at tað stendur á jøvnum millum Obama og Hillary Clinton. Fyri Hillary Clinton merkir tað, at hon hevur mist nógvar stuðlar í Iowa í seinastuni, og tey, sum fyrr í ár søgdu, at eingin kundi vinna á henni, eru ikki so vís í tí longur.
Eygleiðarar siga, at tað hevur stóran týdning at vinna tað fyrsta uppstillingarvalið, tí tað ávirkar veljararnar í teimum statunum, sum koma aftaná. Longu tann 8. januar verður uppstilling í New Hampshire, og tey, sum leggja valstríðið hjá Hillary Clinton til rættis, royna longu nú at benda orðaskiftinum tann vegin, at tað er ikki tann stóra vanlukkan, um hon tapir í Iowa. Sjálvt maður hennara kennir seg ikki so sigursvísan longur.
- Eg helt ongantíð, at hon var veruliga á odda í Iowa, og eg væntaði ongantíð, at hon fór at vinna har. John Edwards kann vinna í Iowa, segði Bill Clinton í gjár.
Taparin tapir
Amerikanskir valserfrøðingar siga, at fyri Hillary Clinton er tað ikki avgerandi, at hon tapir í Iowa, men tað skal bara helst ikki vera Barrack Obama, sum vinnur. Tí vinnur Obama, kann hann gerast ein størri hóttan enn John Edwards, tá saman um kemur.
- Vinnur Barrack Obama í Iowa, fer sigursbarometrið hjá Hillary Clinton í botn. Eftir mínum tykki er tað ikki avgerandi, hvør vinnur í Iowa, men hvør tapir, sigur professarin Andrew E. Smith á lærda háskúlanum í New Hampshire við blaðið The Examiner.










