Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, hevur slept ætlanini um at sleppa aftur í Hvítu Húsini - sum forseti. Í samrøðu við CNN sigur, hon, at starvið sum varaforseti í næsta valskeiði hevði verið áhugavert, men at eitt starv sum verjumálaráðharri hevði eisini havt áhuga. Í triðja lagi hevur hon hug at halda fram sum uttanríkisráðharri, sigur hon.
-Júst nú havi eg tað besta arbeiðið, sum eg nakrantíð havi havt, men tað hevur eisini verið strævið, sigur Hillary Clinton. Hon sigur seg hava havt sorgarløtur so sum jarðskjálvtarnar í Haiti og Japan, men eisini gleðiløtur so sum skiftið í Egyptalandi.
-Mær dámar tað, sum eg takist við nú, og eg havi ongar ætlanir um at bjóða meg fram sum forsetavalevni aftur, sigur Hillary Clinton við CNN.