Hillary sleppur við átalu

Hóast Hillary Clinton, forsetavalevni hjá Demokratunum til amerikanska forsetavalið, sendi umleið 100 teldupostar við viðkvæmum upplýsingum frá sínum privata brúkara til onnur, so fær tað ongar avleiðingar. Tað upplýsir James B. Comey, stjóri fyri amerikansku samveldisløgregluni, FBI, í dag.


Hillary Clinton hevur alla tíðina tvíhildið um, at hon ikki hevur sent nakrar teldupostar við viðkvomu upplýsingum frá sínum privata brúkara. Kanningin staðfestir tó, at tað er ikki rætt, og brúkti FBI-stjórin tíðindafundin at harta Hillary Clinton fyri at hava víst ein ábyrgdarleysan atburð, ið, um talan var um eitt alment sett starvsfólk, hevði ført til eina embætisliga revsing.


FBI metir tó ikki, at Hillary Clinton sendi nakrar av teldupostunum vitandi, at talan var um viðkvæmar upplýsingar.


FBI varð biðið um at taka støðu til møguliga revsing eftir, at Loretta E. Lynch, løgmálaráðharrin, hevði tosað við Bill Clinton, ið er giftur við Hillary Clinton, umborð á sínum privata flogfari. Møti teirra millum gjørdi, at ivamál kundi reisast um trúvirði hjá Lorettu E. Lynch, og tí varð heitt á FBI um at taka støðu til eina møguliga ákæru.


Niðurstøðan er gjørd 72 tímar eftir, at umboð fyri FBI høvdu eina tríggjar tímar langa samrøðu við Hillary Clinton, men er tó ikki endalig. Tað er nevniliga amerikanska løgmálaráðið, ið eigur endaligu avgerðina.


- Vit hava sagt við Løgmálaráðið, at vit meta ikki, at tað er orsøk til at reisa ákæru í hesum máli, segði James B. Comey.